Fara at taka oljuna úr Eivindi

Nú verður farið undir at taka oljuna úr línuskipinum Eivindi, sum stutt fyri middag í gjár sigldi upp á flesjarnar í Tangafirði.

Mynd: Jens Mortan Rasmussen

Oljugyrðingar eru lagdar kring skipið, og teir vænta, at tað fer at taka eina góða løtu at fáa oljuna úr skipinum, tí oljan er í átta ymsum tangum.

 

MRCC upplýsti í gjár, at kavarar høvdu verið niðri og kannað skipið, sum ikki tykist at hava fingið skaða av óhappinum. Men kneysar eru báðu megin skrokkin, har skipið liggur. Tí verður neyðugt at hála skipið avaftur eftir somu kós, sum skipið sigldi upp á flesjarnar.

 

Manningin er enn umborð á skipinum.

 

Umframt Grønanes, sum skal taka oljuna úr skipinum, so er vaktarskipið Brimil eisini hjá.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Mynd: Jens Mortan Rasmussen

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Jens Mortan Rasmussen