Fara at taka nøkur ódnartøk á ólavsøku

Á ólavsøku verður ein heilt serligur spreingisróður fyri tíggjumannaførini

Á ólavsøku í ár skulu áskoðarar hava nakað heilt serligt fyri pengarnar.

Tað er endamálið við einum nýggjum tiltaki, tey fara at skipa fyri í sambandi við kappróðurin á ólavsøku.

 

Tá ið kappróðurin er liðugur, verður skipað fyri kappróðuri á einum heilt nýggjum teini.

 

Talan er um ein róður upp á 130 metrar, sum verður ein langur samanhangandi spurtur allan vegin.

 

Hesin nýggi róðrarteinurin hevur fingið heitið, ódnartak, og verður eina løtu eftir, at tíggjumannaførini annars eru komin á mál.

 

Fróði Magnussenog Guttormur í Skála, sum eru tveir av fyrireikarunum, siga við Rás2, at tá ið tíggjumannaførini hava róð FM róðurin, verður havsvimjingin framvið molanum.

 

Tá ið svimjingin er liðugt hava manningarnar á tíggjumannaførunum fingið eina hvíld á einar 15 minuttir og tá verður farið undir ódnartakið.

 

Har verður róð frá eystarubryggju út ímóti Tinganesi. Starturin er har, Smyril plagar at liggja. Starturin verður bara fimm metrar frá áskoðarunum á keiini, og so verður róð út ímóti Tinganesi.

 

Fyrireikararnir siga, at ein róðrarteinur á 130 metrar svarar til umleið 37 tøk, so tað verður við føtur í bekk allan vegin.

 

Væntandi verður lítil og eingin munur á bátunum, so tey hava fingið eitt myndatól, sum mátar niður í hundraðpartar av einum sekundi, at taka dagar ímillum bátarnar og vinnararnir fáa steyp og medaljur.

 

Fróði Magnussenog Guttormur í Skála vænta sær nógv av hesum róðrinum.

Teir halda, at hetta fer at vera sum í kenda ørindinum í Brestiskvæðinum:

 

Armar rodna, andlit rodna,

spennast sterkar spengur,

árar bogna, homlur togna,

skúmið dreiv um rengur.

 

Teir báðir siga, at 10 tíggjumannafør hava boðað, at tey melda til at rógva á ólavsøku og gongst sum ætlað, verða tey øll við í ódnartakinum.

 

Bæði í FM róðrinum fyri tíggjumannaførini, og í ódnartakinum, fara tey vanligu tíggjumannaførini og teir gomlu rógvararnir, sum rógva í masters-róðrinum, at rógva saman.

So har verða báðir róðrarnir slignir saman í ein, siga teir báðir.