Fara at syngja saman í Leirvík

Tey fara at tríva í tættir og vísur, sum gøtumaðurin Suni F. Jacobsen hevur skrivað

Mánakvøldið klokkan 20 verður Syngið við kvøld Báta- og Listasavninum í Leirvík.

 

Hetta kvøldið fara tey at tríva í tættir og vísur, sum gøtumaðurin Suni F. Jacobsen hevur skrivað. Hetta eru sangir sum: Per fór til Havnar at keypa sær vøttir, Havnar vinabýur eitur Birkerød, Tað sum vendir niður vendur upp og Stokkastovuvalsurin. Eitt serligt sanghefti er gjørt til høvið. 

 

Tiltakið skipa sangkreftir úr kórinum Eystanljóð fyri.

 

Hugskotið kom, tá forlagið Stiðin beint fyri jól gav út bókina “Løg til ymisk høvi”, eitt úrval við umleið 180 tættum og sangum hjá Suna F. Jacobsen. Hesa bókina kann tú eisini ogna tær hetta kvøldið. 

 

Táttayrking er gomul í Føroyum, kanska best kend frá Nólsoyar Páll. Í sjeyti og áttati árunum fekk hendan listagrein við V4-sendingunum eina veruliga endurnýggjan, og í hondunum á rætta orðasmiðinum kann hetta gerast stórur skaldskapur.  Hetta ger seg galdandi hjá stillføra gøtumanninum Suna F. Jacobsen, sum hevur yrkt ein heilan hóp av tættum og vísum til mong ymisk høvi, ikki minst til V4.

 

Tað eru teir tríggir  Hans Hjalti Skaale, Hóraldur Joensen og Jón Eliasen, sum fara at spæla og syngja fyri. 

 

Ein drekkamunnar og okkurt søtt at smyrja hálsin við verður eisini at fáa.

 

 Atgongumerki fáast á Atgongumerki.fo ella við dyrnar.