Eitt av tiltøkunum, sum verður á sjómannadegnum í Klaksvík um vikuskiftið, er, at skipað verður fyri svimjing um vágna. Tað er Faroe Dive, sum skipar fyri kappingini. Teinurin, sum skal svimjast, er um 400 metrar, og roknað verður við, at hampuliga nógvir luttakarar vera. Eftir ætlan byrjar kappingin klokkan 11 leygardagin.









