Sunnudagin 5. juni, frá klokkan 14 til 16, fer Hvirlan at skipa fyri stuttleikum fyri børn á Tórsbreyt í Havn. Tilmelding byrjar klokkan 13.30 og heldur fram til klokkan 15.30.
Hetta er eitt tiltak, Hvirlan hevur skipað fyri nakrar ferðir. Fyrstu ferð royndu ikki færri enn 90 børn seg og aðru ferður vóru tey tvær ferður so nógv. Men í fjør vóru 66 børn við.
Endamálið við tiltakinum er at geva børnum møguleika at kunna seg um, hvussu fjølbroyttur frælsur ítróttur er, samstundis sum tey hava ein stuttligan dag á Tórsbreyt
Talan verður ikki um eina kapping, har úrslitini verða skrásett, tí ætlanin er, at hvørt einstakt barn skal gera sítt besta, uttan at hugsa um, hvussu okkurt annað barn klárar seg.
Men ístaðin fyri steyp, fær hvør einstakur luttakari eitt skreytblað, sum barnið skal hava við til start í hvørjari grein.
Tey sum vilja kappast kunna so samanbera úrslit, ella fylgjast til ymsu greinarnar.
Eftir hvørt avrik, verður úrslitið skrivað á skreytblaðið og tá alt er liðugt, fær barnið eitt heiðursmerki fyri avrikið.
Greinarnar, sum børnini skulu royna seg í, verða 60 metra renning, longdarlop og
Bóltkast.