Fara at stroyma vínsmakking leygarkvøldið

Fyrireikararnir hava valt út seks vínfløskur

Leygarkvøldið 2. mai klokkan 20.30 verður ein vínsmakking stroymd beinleiðis á Facebook.

– Seinastu vikurnar hava vit sæð ølsmakkingar og ymiskt annað spennandi, og nú var tíðin komin til at gera eina beinleiðis vínsmakking, sum er til tað vanliga fólkið og er púra niðri á jørðini, siga fyrireikararnir Pól Hans, Birgar & Ólavur.  

– Tað er sera einfalt at luttaka, og tað er ikki neyðugt at brúka stórar upphæddir uppá hetta. Um tú fert inn í eina deild hjá Rúsdrekkasøluni kring landið, so kanst tú keypa vín sum vit fara at smakka.

Fyrireikararnir hava valt seks ymsar vínfløskur út, og teir fara saman við hyggjarunum at royna ymsar drúvur og ymisk lond, men luttakararnir nýtast ikki at keypa allar fløskurnar fyri at vera við. 

Meira um vínsmakkingina og tær ymsu vínfløskurnar sæst á facebooktiltakinum her.