Starvsmannafelagið ætlar sær nú at steðga skipunum, ið røkja ferðafólkaflutning millum oyggjarnar meðan verkfall er. Tey vísa millum annað á leiðirnar um Vestmannasund, Leirvíksfjørð og harafturat Suðuroyarfjørð. Tey siga, at hesi skip royna at gera royndirnar hjá lágløntu limum Starvsmannafelagsins at fáa betri livikor til einkis.
Fulsett línuskip
Starvsmannafelagið vísir á, at línuskipið Grani hevur gjørt sær dælt av, at Suðuroyarfarleiðin við Smyrli liggur lamin orsakað av verkfallinum. Tey siga, at Grani fór fullsettur av ferðafólki av Havnini til Suðuroyar mikukvøldið. Men hesum ætla tey sær ikki at lata sær lynda.
Limir í Starvsmannafelagnum hava tosað við nevndina í Skipara- og Navigatørfelagnum um málið, og har finna tey seg ikki í, at limir teirra taka upp verkfallsrakt arbeiði. Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellintur Abrahamsen, hevur sagt Starvsmannafelagnum, at felagið beinan vegin fer at taka neyðug stig at steðga slíkum hendingum. Sostatt væntar Starvsmannafelagið ikki, at fiskiskip onnur líknandi longur kunnu gera sær dælt av støðu teirra.