Fara at standa sum ein maður hesaferð

Lønarsamráðingarnar hjá arbeiðarafeløgunum hesaferð, verða søguligar, tí øll feløgini hava gjørt av at samráðast í felag

Nú er aftur tann stundin komin til handa, at arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar fara at samráðast um nýggjar sáttmálar.
Allir sáttmálar eru sagdir upp og til at fara úr gildi 30 apríl á midnátt, so tað verður um ein góðan mánað, at samráðingarnar byrja av álvara.
Men í ár verða samráðingarnar søguligar, tí hesaferð hava øll tey fimm arbeiðarafeløgini í landinum gjørt av at samráðast í felag.
Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufelagið í Havn og somuleiðis tey bæði feløgini í Klaksvík, hava havt fund um málið og har varð samtykt at samráðast í felag.
Annars hava Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag verið saman ì teimum seinastu samráðingunum og Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hava samráðst fyri seg.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tað var Havnar Arbeiðsmannafelag sum tók stig til fundin ímillum arbeiðarafeløgini, sum var herfyri og tað var full semja í feløgunum um, at fóru tey saman til samráðingar, komu tey eisini at standa munandi sterkari, enn tey gera, tá ið tey samráðast í fleiri pørtum.
Feløgini fara at hava fund aftur seinni í hesum mánaðinum at gera upp, hvørji krøvini til tann nýggja sáttmálan skulu vera.

Avgerandi spurningur ikki avgreiddur
Eitt, sum fleiri ferðir hevur forkomið møguleikunum hjá øllum arbeiðarafeløgunum at samráðast saman, er ósemja um, hvussu atkvøðurnar hjá hvørjum felag skulu vektast, tá ið støða skal takast til ein nýggjan sáttmála. Føroya Arbeiðarafelag hevur ikki viljað, at tey smáu feløgini skulu hava avgerðarrættin, tí so er vandi fyri, at tey kunnu koma at smoyggja ein sáttmála niðuryvir høvdið á Føroya Arbeiðarafelag, sum tað ikki vil góðtaka.
Og hinvegin hava tey smærri feløgini ikki vilja givið Føroya Arbeiðarafelag ov stórt vald í felags samráðingarnevndini, tí so kann tað enda við, at tað í roynd og veru verður Føroya Arbeiðarafelag, sum avgerð, hvønn sáttmála, fakfeløgini skulu góðtaka ella ikki.
? Tann spurningin hava feløgini als ikki tosað um enn, sigur Ingeborg Vinther.
Men hon leggur afturat, at ný feløgini hava gjørt av at samráðast í felag, kann hon ikki hugsa sær, at spurningurin um avgerðarrættin hjá hvørjum einstøkum felag skal forkoma ætlanini.
? Eg vóni at arbeiðarafjøldin fer at standa spjødd aftur hesaferð, soleiðis sum tey gjørdu undir seinastu samráðingum, tá ið feløg mótarbeiddu hvørjum øðrum.
? Í Føroya Arbeiðarafelag skulu vit so gera alt, ið stendur í okkara makt fyri at feløgini kunnu vera felags um samráðingarnar, sigur Ingeborg Vinther.

Kann ikki góðtakast
Ingeborg Vinther sigur, at fyrrenn feløgini hava tosað saman, er ógjørligt at siga nakað um, hvørji krøvini verða.
Men hon ivast ikki í, at málið um karendsdagarnar fer at ávirka samráðingarnar
? Uppskot skal nú leggast fyri tingið um at løntakarin ikki skal hava sjúkradagpening teir báðar fyrstu sjúkradagarnar.
-?Tað sigst at hetta uppskotið er galdandi fyri allar løntakarar. Men eftir starvsmannalógini hava at kalla øll tey fastløntu hjá tí almenna, rætt til løn frá arbeiðsgevaranum undir sjúku.
? Sostatt kemur ætlaða lógarbroytingin í veruleikanum bert at raka tey tímaløntu, sigur Ingeborg Vinther.
? Í lógaruppskotinum verður hon lagt upp til, at arbeiðsgevararnir skulu gjalda lønina fyri teir báðar fyrstu sjúkradagarnar.
? Alt gott at siga um tað. Men í samráðingunum, sum standa fyri durum, fara arbeiðsgevararnir sjálvandi at brúka hesa øktu lønarútreiðslu í eini roynd at avmarka lønarvøksturin hjá teimum tímaløntu.
? Hesin trupulleikin rakar ikki tey fakfeløg, sum umboða tey alment løntu,tí her verður eingin økt
lønarútreiðsla.
? Lógin fer sostatt at gera, at samráðingarstøðan hjá feløgunum hjá teimum tímaløntu verður verri enn hon verður hjá feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
? Og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Ingeborg Vinther.