Nú fer Tórshavnar Býráð undir eina ætlan um at gagnnýta alt tað heita vatnið sum rennur úr einum jarðhitaholið í Kollafirði. Tað hevur býráðið nú samtykt. Tað var í 2014, at heitt vatn fór at spríkja úr einum jarðhitaholi á Lygnnesi í Kollafirði. Vatnið ver 27 stig heitt og hitin er tann sami alla tíðina.
Og øll hesi árini eru eru 16 tons av heitum vatni farin fyri skeyti, um tíman. Men nú hevur býráðið so samtykt at fara undir eina ætlan um at gagnnýta vatnið.
Tað er Landið, sum hevur rættindini til vatnið úr undirgrundini og eitt uppskot um grundvatn verður lagt fyri Løgtingið í heyst. Men tað merkir, at tá ið tey løgfrøðiligu viðurskiftini eru avgreidd, kann kommunan søkja um loyvi at gagnnýta vatnið.
Býráðið sigur, at ætlanin, tey fara undir í Kollafirði, er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Tað heita vatnið í Kollafirði svarar til einar 350.000 litrar av olju um árið. Tað svarar til tað, svimjihøllin í Gundadali, Eysturskúlin og Lágagarður tilsamans brúka um árið í olju til upphiting.
Har tað heita vatnið kemur úr undirgrundini, eru bara vanlig sethús. Men verður ein rørleiðing uppá umleið ein kilometur løgd frá kelduni, kundu kommunalu stovnarnir inni við Sjógv, tað eru skúlin, ítróttarhøllin, svimjihylurin, læknaviðtaluhølið, og onnur, havt eina felags hitaskipan við hesum heita vatni.
Frammanundan hevur nýggi barnagarðurin, Kura, jarðhita og sostatt høvdu allir kommunalu bygningarnir í Kollafirði verið upphitaðir við varandi orku.
Men harafturat er nokk av orku í tí heita vatninum til eini 125 sethús aftrat. Tað kundi verið húsini, sum eystanfyri skúlan við Sjógv, ella nýggja útstykkingin á Lygnnesi.
Og loypir orka framvegis av, kann eitt uttandura vælveruøki við hitapottum gerast við svimjihylin.
Hendan ætlanin at gagnnýta tað heita vatnið, fer at kosta umleið 7,5 milliónir og við verandi oljuprísum hjá Magn og SEV verður sparingin eini 50 prosent.
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur játtað eina millión í stuðuli til verkætlanina, men tað er treytað av at verkætlanin er byrjað í seinasta lagi triðja ársfjóring 2022, og at Tórshavnar kommuna veitir somu upphædd til verkætlanina.











