Fara at spæla náttarfótbólt

Leygarkvøldið 9. desember verður náttarfótbóltur í Hólmanum á Eiði.

Leygardagin 9. desember verður náttarfótbóltur í Hólmanum á Eiði, og tað er Heystfagnaðarbólkurin í Eiðis kommunu sum skipar fyri.

 

- Kappingin byrjar klokkan 20, og spælt verður á 1/4 vøllum. Liðini skulu hava millum fimm og átta leikarar - og í mesta lagi tríggir útskiftarar.

 

Heystfagnaðarbólkurin vísir á, at minst ein kvinna skal verða á hvørjum liði og í mesta lagi ein Effo-leikari. Vinnarin fær vinning og steyp til ognar.

 

- Meðan kappingin koyrir, verður ymiskt til sølu á økinum, og eftir kappingina á midnátt verður ókeypis suppa og fótbóltskviss fyri luttakarar.

 

Á Eiði siga tey, at fólk, sum hava hug at verða við, kunnu hyggja á Facebook-síðuna hjá Eiðis kommunu og lesa um tilmelding og luttøkugjald.