Fara at skrambla saman um stutta tíð

Brúgvin út í Mykineshólm, og fleiri brýr kring landið, sum bilar koyra eftir hvønn dag, eru í so ringum standi, at tær skrambla saman um stutta tíð

Nógvar brýr kring landið, sum bilar koyra eftir hvønn einasta dag, eru í so ringum standi, at tær fara at skrambla saman um áðrenn langt um líður. Tað er niðurstøðan, nú Landsverk aftur hevur kannað allar brýr í Føroyum, sum tað almenna eigur.

 

Landsverk kannar brúgvarnar fimta hvørt ár og niðurstøðan er, at hesi seinastu fimm árini eru støðan munandi versnað. Sostatt eru tað nú heilar 32 brýr, sum eru í so ringum standi, at tær eru í bólki fýra, har brúgvar í bólki fimm eru so vánaligar, at tær verða stongdar.

 

Men at ein brúgv er í bólki fýra, merkir, at umvælingar mugu gerast heilt skjótt, annars verður hon stongd og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Landsverk latið Løgtinginum hesar upplýsingarnar at hava við í viðgerðini.

 

Umframt fleiri brúgvar kring landið, sum bilar koyra eftir, er eisini brúgvin út í Mykineshólm í bólki fýra, og er sostatt í so ringum standi, at hon skramblar saman um stutta tíð.

 

Leggjast kann afturat, at umframt brúgvarnar, sum eru í bólki fýra, eru einar 220 brúgvar settar í bólk trý. Hetta eru brúgvar, ið eisini treingja til ábøtur um heilt stutta tíð, men sum tíbetur ikki eru líka illa farnar sum hinar. Men sum heild merkir hetta, at heili 75 prosent av øllum brúgvum eru í bólki trý og fýra. Tilsamans varðar Landsverk av 340 brúm kring landið.

 

Orsøkin til óskilið er, at seinastu nógvu árini hevur Løgtingið sett alt ov lítið av pengum av til at halda brúgvarnar fyri. Ynskistøðan hjá Landsverki er annars, at tær flestu brúgvarnar eru í bólki tvey og at bara nakrar heilt fáar eru í bólki trý.

 

Landsverk mælir tískil til, at tey fáa eina munandi hægri játtan til endamálið, men onkur brúgv er kanska í so ringum standi, at hon má gerast av nýggjum.

 

 

– Vit standa við einum stórum upptaki, at tryggja brúgvarnar, so tær ikki detta niður, sigur Landsverk. Hann sigur, at tí er tað sera ábyrgdarleyst, ikki at játta penging til brúgvarnar eisini.

 

Brúgvarnar, talan er um, eru um alt landið, heilt úr Svínoy til Hvalbiar, men annars eru fleiri á Skálafjørðinum og á meginøkinum annars.