Fara at seta stóran fisk út á Sandsvág

- Tá fiskur verður settur út aftur, fara ringarnir at liggja innari á vánni, enn teir gjørdu í seinastu aliroyndini, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.

 

Tað hevur higartil gingið so sum so við aling á Sandsvág, men eitt er vorðið greitt í tíðini, sum aliringar við fiski hava ligið á sjónum. Tað er, at vøksturin á alifiskinum á Sandsvág hevur verið fram úr góður.

 

- Eftir at neyðugt var at taka fiskin í ringunum fyri ári síðan, tá herviligt illveður við høgari aldu og hørðum streymi um jóltíðir gjørdi av við nógvan fisk, vóru umboð fyri Marine Harvest Føroyar her suðuri og greiddu frá.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at alifelagið í tíðarskeiðnum, meðan aling fór fram á Sandsvág, staðfesti, at laksurin í ringunum hevði havt metvøkstur.

 

- So, her hava vit nógv gott at síggja fram til, og vit bíða í spenningi eftir útsetingini til várs.

 

Borgarstjórin sigur, at soleiðis, sum tey í Sands kommunu hava skilt tað, ætlar Marine Harvest at seta út fisk til várs, sum vigar 800 gram. Síðan er ætlanin at taka fiskin aftur, áðrenn vetrarstormarnir koma.

 

Í vetur hava stórir aliringar ligið ankraðir stutt úr landi úti fyri bygdini á Sandi, og hetta verður vetrarlegan hjá ringunum, tá teir eru tómir, og eingin nót hongur úr teimum.

 

- Tá fiskur aftur verður settur út, fara ringarnir at liggja innari á vánni, enn teir gjørdu í seinastu aliroyndini. Ringarnir eru størri, og nótirnar verða grynri.

 

Borgarstjórin hevur góðar vónir um, at henda royndin hjá Marine Harvest fer at eydnast - bæði tí, at ringarnir nú koma at liggja innari á vánni og tí, at fiskurin verður tikin, áðrenn ringastu vetrarstormarnir koma.