Skrá
Útvarp Føroya fer nú undir sína vetrarskrá. Ætlanin er at senda 110 tímar um vikuna komandi vetur. Tá tað verður kaldari í veðrinum, so hava fólk kanska betri tókka til at lurta eftir útvarpinum, og í vetur bjóðar Útvarp Føroya lurtaranum eitt sindur av hvørjum.
Útvarp Føroya fer at senda longri út á kvøldi øll kvøld í vikuni. Mánadag til hósdag fer Útvarp Føroya at senda til kl. 23. Fríggjakvøld verður sent til kl. 24, leygarkvøld til kl. 01. og sunnudagar til kl. 22.
Nakrar sendingar, sum vanliga hvíla um veturin verður framvegis á skránni.
Nógvar nýggjar sendingar eru eisini á skránni, eins og onkur kend sending kemur aftur á skránna.
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sigur, at teir í vetur fara at senda rættiliga nógv. Tilfarið verður eisini rættiliga fjøllbroytt, sigur hann.
Av nýggjum sendingum kunnu nevnast Stýrivolt, sum Birgir Kruse stílar fyri. Tað flestu hugsa óivað um kortspæli, men talan er um eina mentunarsending. Eisini verður nakrar sunnudagar farið fram við ánni, har Jón Heðin Trondheimurin er úti í náttúruni.
Heldur ikki klaksvíkingarnir úr Studio Pegasus eru gloymdir í nýggju skránni. Teir fara m.a. at gera sendingina Heimabeitið. Eisini verða sendingarnar úr Múla sendar sunnukvøld í vetur.










