Klokkan sjey í kvøld fer Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag aftur at selja seyð á uppboði. Tiltakið er í húsunum á Bíargarði og í har hava tey 17 seyðir at selja, 13 lomb og ein veðr, og so selja tey eisini fýra seyðir, sum eru flettir og krovini limað sundur.
Claus Olsen, formaður í Bjargingarfelagnum, sigur, at tað stendur ikki á at fáa seyð til uppboðssøluna, tí fólk eru ófør at stuðla. Hann sigur, at tey hava seyð úr allari oynni, og tað eru enntá fólk sum ringja at boða frá, at tey hava seyð at lata.
Men teir brúka eisini bátin hjá felagnum at sigla í feitilendi, ella onnur ørindi fyri fólk, og tað fáa tey seyð afturfyri.
Hetta er eitt tiltak, sum plagdi savna nógv fólk. Allur peningurin, sum kemur inn, fer til at reka felagið við, og hann fellur á eitt turt stað, tí stuðulin frá Landinum er ikki tann stóri. Annars fáa tey samsýning fyri sleip og tá ið boð eru eftir felagnum í sambandi við stormskaðar.
Hóast veturin ikki er komin í eyga enn, hevur boð longu verið eftir felagnum til tveir stormskaðar, men tíbetur var talan um smáttarí.