Kommunumál
Eftir at Sosialurin hevði frætt, at fólk í Hósvíkar kommunu fara at taka stig til at savna inn undirskriftir, nú fólkaatkvøðan seinasta týsdag atkvøddi Hósvíkar kommunu, sum hina einastu av teimum seks, uttanfyri samanleggingina í eina stóra Sunda kommunu, vendu vit okkum til bygdarráðsformannin, Jógvan Mørkøre.
- Eg havi eisini frætt, at hetta er í umbúna, sigur hann.
Nýggj støða
Spurdur, hvønn týdning hesar undirskriftir kunnu fáa, um tær verða nóg nógvar, sigur bygdarráðsformaðurin:
- Tað er sjálvandi ilt hjá mær at siga beint nú, men koma hesar undirskriftir við áheitan um, at Hósvíkar kommuna ? hóast fólkaatkvøðuna ? kortini vil verða við í Sunda kommunu, hava vit eina nýggja støðu.
Jógvan sigur, at verða undirskriftir savnaðar, verða tær eisini handaðar kommununi, og síðan verður eitt slíkt mál í fyrsta lagi lagt fyri bygdarráðið.
Spurdur, um hann væntar eina nýggja fólkaatkvøðu millum fólkið í kommununi, nú bert 10 atkvøður vóru á muni millum nei-og ja-atkvøðurnar, og ein meiriluti av fólkinum í øllum hinum kommununum avgjørdi at leggja saman, sigur Jógvan, at tað væntar hann ikki.
- Ein fólkaatkvøða, sum hendan, er í fyrsta lagi vegleiðandi.
Hann vísir á, at av teimum umleið 180 veljarunum í Hósvíkar kommunu, vóru 152 vóru á vali. 81 søgdu nei og 71 ja.
- Í dag ljóðar, at ikki so fá av teimum, sum atkvøddu nei, angra og vísa á, at tey ikki væntaðu, at allar hinar kommunurnar fóru at ganga saman. Nú veruleikin er á borðinum, har Hósvíkar kommuna er hin einasta av teimum seks, sum stendur uttanfyri, er ikki óvist, at tey 10 fleiri, sum vóru ímóti, nú høvdu verið fyri ? og kanska uppaftur fleiri enn hesi.
Jógvan sigur, at kommunulógin forðar ikki fyri, at Hósvíkar kommuna fer uppí Sunda kommunu, men í løtuni er ilt at siga, hvussu hetta málið fer at taka seg út.
- Tá ið málið um samanlegging av álvara gjørdist aktuelt, samtykti bygdarráðið í Hósvík einmælt ein samráðingarleist, sum skuldi nýtast, um meirilutin av veljarunum í bygdini tóku undir við at leggja saman við hinum kommununum.
Óheppin støða
Bygdarráðsformaðurin undrast yvir, at fólk í Hósvík halda seg hava fingið ov fáa upplýsingar um ætlaðu samanleggingina.
- Fram um fólkið í hinum kommununum, fingu øll húski í Hósvík borið á dyrnar skrivliga uppleggið, sum lá til grunds fyri samanleggingini. Í upplegginum er greitt frá, hvussu sameiningarbólkurin, sum hevði umboðan úr øllum kommununum, ímyndar sær, at økið í Sundalagnum fer at síggja út eftir samanleggingina.
Jógvan heldur, at kanska var orsøkin til úrslitið hon, at fólk fingu ov "nógv" av vita í senn og tískil ikki dugdu at yvirskoða, hvussu ætlanin var at fara fram eftir fólkaatkvøðuna.
- Nústaðni fara samráðingarnar millum kommunurnar, sum avgjørdu at leggja saman, at byrja, og her er Hósvíkar kommuna ikki við, nú ein meiriluti av íbúgvunum avgjørdu at standa uttanfyri.
Hann heldur, at hetta er ein ógvuliga óheppin støða.
- Eg haldi, at tað er ógvuliga umráðandi hjá eini kommunu at verða við í byrjanini av hesum arbeiði, tí tað er tá, at sett verður út í kortið.
Ringt at svølgja
Spurdur, hvussu kvøldið var, tá ið úrslitið fyrilá, hevur Jógvan ilt við at seta orð á tær kenslur, ið bylgdust í hansara brósti:
- Vit, sum umboða kommunurnar, vóru samlaðir, tá ið úrslitini komu. Eg gleddist vegna hinar kommunurnar, sum søgdu ja til samanlegging, men noyddist at ásanna, at ein meiriluti av veljarunum í Hósvíkar kommunu, har eg eri formaður, høvdu atkvøtt seg uttanfyri samanleggingina. Hetta var ógvuliga ringt at svølgja, og eg gjørdist turrur niður í hálsin. Vónbrotið var stórt, sigur Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík, sum hevur verið ein týðandi partur av ímyndini av samstarvinum millum kommunurnar í Sundalagnum.
Eftir at úrslitið fyrilá, segði hann í samrøðu við útvarpið, at kundi hann lagt frá sær sum bygdarráðsformaður, hevði hann tikið avleiðingarnar av, at "afturhaldið hevði sigrað", sum hann tók til.
- Men tað er ikki rættiliga tað sama í kommunalpolitikki, sum í landspolitikki, har tann, ið er fyri slíkum ósigri, kann leggja frá sær.
Jógvan er tó avgjørdur um, at hann verður ikki sitandi sum formaður í Hósvíkar kommunu uttanfyri Sunda kommunu, tá ið kommunuval verður aftur.
- Tá kunnu tey taka um stýrisvølin, sum halda tað vera betur fyri Hósvíkar kommunu, at hon stendur einsamøll millum tvær stórar kommunur, Tórshavnar kommunu og Sunda kommunu.
Umhugsar støðuna
Í samrøðu við Sosialin, sigur hann, at soleiðis, sum dagarnir eru gingnir síðan fólkaatkvøðuna, er støðan broytt alla tíðina ? ja, næstan frá tíma til tíma.
- Nógv fólk hava heitt á meg um at halda fram og framhaldandi stríðast fyri, at Hósvíkar kommuna verður við í Sunda kommunu.
Jógvan sigur, at hann fer at umhugsa sína støðu í framhaldandi kommunalpolitikki, um tíðin, sum kemur, greitt visir, at íbúgvarnir í Hósvík vilja hava hann at halda fram og fara at stuðla uppundir, at kommunan kortini vil verða ein partur av Sunda kommunu.
- Eg vil ofra meg í fýra ár aftrat eftir komandi kommunuval, um fólkið ynskir tað og stuðlar mær. Men stilli eg uppaftur, verður tað ikki bara sum hósvíkingur, men umboðandi alt økið, sum er fevnt av Sunda kommunu.
Jógvan ivast onga løtu í, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær Hósvíkar kommuna eisini er við í Sunda kommunu.
Útjaðarin
Hann heldur ikki, at óttin ? ella afturhaldið ? um, at Hósvíkar kommuna hevði mist nakað, um kommunan var við í Sunda kommunu, er serliga væl grundaður, tí kommunan liggur væl fyri, og er nærmasta bygdin til høvuðsstaðarøkið.
- Eg haldi tað hinvegin vera ógvuliga umráðandi, at vit her í Hósvík eisini hugsa um útjaðararnar í Sunda kommunu, eitt nú Gjógv, Tjørnuvík og Saksun, tá ið vit einaferð verða ein partur av hesi kommunu, sigur Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík, at enda.










