Fara at samráðast víðari

Fótbóltur: Jákup Mikkelsen og Herfølge komu ikki ásamt um nýggjan sáttmála eftir fyrstu samráðingarnar

Danska felagið Herfølge vil gjarna binda føroyska málverjan Jákup Mikkelsen til felagið við nýggjum sáttmála, men á fyrsta fundinum millum partarnar, sum var mánakvøldið, spurdist einki úrslit burtur úr.

Sáttmálin, sum Jákup Mikkelsen og Herfølge í løtuni hava við hvør annan, gongur út næsta summar, og tá er Jákup ein fríur fuglur og kann sjálvur avgera sína fótbóltsframtíð.

Seinasta hálva árið er tað eisini Jákup, sum sjálvur kann samráðast við onnur feløg, og tá kann Herfølge ongar pengar krevja fyri sín málverja. Skal Herfølge hava pengar burtur úr Jákupi, mugu teir selja hann áðrenn árslok.

Men teir í oddaliðnum í superliguni sinnaðir at gera ein nýggjan sáttmála við Jákup, sum kann halda fram í tvey ár, eftir at núverandi sáttmáli gongur út. Og felagið er eisini sinnað at hjálpa Jákup til útlandið. Tí arbeiðnum skal spælandi venjarin hjá felagnum, John Faxe Jensen, standa fyri, tí hann kennir fólk innan bretska fótbóltsheimin, og tað er serliga í Bretlandi, at Jákup hevur stóra dreymin um at spæla.


Áhugin til staðar

Fyri stuttari tið síðani var Jákup í Leeds og vandi, men einki spurdist burtur úr tí ferðini, sum Jákup ikki var nøgdur við. Hann fekk einki rættiliga høvi at vísa seg, og næstu ferð ætlar hann at hava greiða avtalu um, hvat skal fara fram, áðrenn hann fer til royndarvenjingar í útlandinum.

Fyrr í ár hevði skotska felagið Dundee United stóran áhuga fyri føroyska málverjanum, og tá hildu danskir fjølmiðlar, at Jákup fór at verða seldur fyri einar sjey milliónir krónur, men heldur ikki tí søguni spurdist nakað ítøkiligt burtur úr.

Eisini í Danmark hevur áhugi verið fyri Jákupi. FC Keypmannahavn spurdi seg fyri hjá Herfølge, men teir skuldu gjalda so nógvar pengar fyri málverjan, at teir ístaðin gjørdu sáttmála við fyrrverandi málmannin í felagnum, Michael Stensgaard.

Fleiri donsk feløg hava málverjar, sum eru komnir væl upp í árini, og tí verður tað neyvan nakar trupulleiki hjá Jákupi at finna annað danskt felag, um samráðingarnar við Herfølge einki úrslit geva.

Ætlanin er, at leiðslan og Jákup Mikkelsen skulu samráðast aftur í hesi vikuni.