Fara at sakna vikuskiftisfruktina

Í FK í Hoyvík hava tey verið glað fyri at fáa fríska vøru inn á frukt- og grønt deildina til vikuskiftið. Tey fara at sakna frukt og grønt til vikuskiftið

Hetta hálva árið, Faroe Ship hevur flutt inn frukt og grønt til landið tvær ferðir um vikuna, hevur verið gott fyri størsta innflytaran av frukt og grønmeti, nevniliga FK við øllum sínum deildum, og teirra viðskiftafólk.

- Vit fara at sakna at fáa frískt grønt og fríska vøru til vikuskiftið. Alt hevur verið ordiliga lekkurt, og vit hava merkt, at viðskiftafólkini hava verið glað fyri møguleikan, sigur Hanna Bisp, starvsfólk í FK í Hoyvík.

Tíðindini um niðurlegging av tí eina túrinum hjá Faroe Ship, ið flytir frískt grønmeti og fríska frukt til landið, so føroyingar fáa góðar vørur til vikuskiftið, bórust fríggjamorgunin. Tey eru ikki í iva um at viðskiftafólkini fara at harmast um ikki at fáa fríska frukt og grønmeti til vikuskiftið.