Í morgin skipar Vágs kommuna fyri almennum ruddingardegi. Samstundis við hetta verður eitt jóansøkubál á Vágseiði, har sangur og røða fara at seta dám á tiltakið.
Dagurin byrjar við morgunmati í Framtíðini og síðani verður farið um bygdina at rudda. Á middegi fara bilar og fólk frá kommununi at heinta tað innsavnaða tilfarið og flyta tað út á bálstaðið á Vágseiði.
Vesturi á Eiðinum byrjar tiltakið klokkan 18. Her verður felagssangur, eins og fyrrverandi skiparin, Absalon Absalonsen flytur fram røðu. Vinnarin í teirri serstøku ruddingarkappingini verður funnin.
Eftir at fest er í stóra bálið bjóðar Vágs kommuna kakao og bollar. Tiltakið endar við at tjóðsangurin verður sungin.
Hóast ruddingardagurin ikki er fyrrenn í morgin, ber til hjá fólki at koma við ruski vestur á Eiðið í dag frá kl. 13 til 22. Sami møguleiki verður í morgin frá kl. 13 til 16.