Fara at royna at ávirka trivnaðarnevndina

Allan týsddagin í næstu viku fer trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum at hitta fólk, sum hava meiningar um broytingarnar í hjúnarbandslógini

Tað verða nógv fólk, sum týsdagin í næstu viku, fara á fund við trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum og forkvinnuna Katrin Kalllsberg, Tjóðveldi.

 

nevndin fer tá undir at viðgera spurningin um broytingarnar í hjúnarbandslógini, sum hava við sær, at smkynd kunnu giftast borgarliga.

 

At málið hevur stóran áhuga er kunnugt og listin á teimum, sum fara á fund í trivnaðrnevndini sigur somu talu.

 

Fyrst hittir nevndin sálarfrøðingarnar Katrinu Lindenskov Holm og Ásvør Skaalum og síðani kemur fútin, John Jølbæk á gátt.

 

Ja til Hjúnarbandið er ein felagsskapur, sum trivnaðarnevndin eisini skal hitta umframt umboð fyri samkomuna Lívdin.

 

Síðani kemur Føroya Kommunufelag á fund og teimum á baki LGBT - felagsskapurin hjá samkyndum. Síðani kemur Amnesty International og Kvinnufelagið í havn.

 

Tá ið hesar hoyringar hava verið, kemur landsstýriskvinnan  við kirkjumálum, Rigmor Dam,  saman við bispi, Jógvan Fríðriksson,  á fundin. Uppskotið er ikki beinleiðis kirkjuligt, tí sambært uppskotinum, so skulu samkynd bert kunna giftast borgarliga.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, skal eisini møta á fundinum saman við umboðum fyri heilsutænastuna Gigna.

 

Seinast á fundinum við trivnaðarnevndina koma umboð fyri samkomuna Kelduna í Skálafirði á fund.

 

Fundarrøðin hjá trivnaðarnevndini tekur allan týsdagin í næstu viku.