Fara at renna á øðrum lendi

Leygardagin bjóðar Bragdið til FM í lendisrenning, sum samstundis er fimta vetrarkappingin.

 

Eins og undanfarin ár verður runnið í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri studentaskúlan og inni í viðarlundini, so her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar. 

 

Umhvørvið runnið verður í, er vanliga grønt og vakurt, tí runnið verður á fløtuni við studentaskúlan í Hoydølum og inni í viðarlundini, eystaru megin Hvítanesvegin. So at siga bara nakrir metrar av asfalti, verða undir fótunum. Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11.

 

Fyriskipararnir siga, at hóast tað eitur bæði vetrarkapping og FM, so kunnu øll vera við í kappingini.