Tann 28. august á hvørjum ári er atljóða judodagur. Tað var hendan dagin í 1860, at japanarin, Jigiro Kano, varð føddur.
Fyrst í 1880-unum skapti hann judo ítróttin burtur úr fleiri ymiskum stríðskynstrið. Og í ár hevur Altjóða Judosambandið sett eitt evni á skránna og tað er ein áheitan um at planta eitt træ.
Sunda Judofelag tók undir við hesum, og nú leygardagin 9. november, fara limir úr Sunda Judofelag í Náttúrulundina við Streymin at planta trø.
Hetta verður klokkan níggju leygarmorgunin. Men tey fara ikki einsamøll, tí hetta er eitt alment tiltak, so har fara nógv onnur fólk eisini at planta trø. Og tey vóna, at nógv fólk møtir upp tí tey hava heili 1.000 trø, sum skulu plantast í Náttúrulundini leygardagin.











