- Fara at minnast dulnevnda blaðið

- Vit fara at minnast tað dulnevnda blaðið, tá vit framyvir fara at hugsa aftur á kommunuvalið í Havn, sigur Niels Uni Dam.

 

– Vit fara at minnast tað dulnevnda blaðið, tá vit framyvir fara at hugsa aftur á kommunuvalið í Havn, sigur Niels Uni Dam

 

Kommunuvalið 2016 verður í morgin, men hvat fara vit at minnast frá valstríðnum, tá ið sjálvt valið er farið framvið?

 

Spyrt tú Niels Una Dam, samskiftisfólk, so er eingin ivi.

  

– Tað dulnevnda blaðið, sum kom úr í síðstu viku, verður tað, sum vit fara at minnast. Einamest tí, at miðlarnir gjørdu so nógv burturúr tí, sigur Niels Uni Dam.

 

Tá umræður teir valfaldararnar, sum flokkarnir hava sent út í Havnini, so er Niels Uni sannførdur um, at faldararnir hava verið ov langir

 

Summi hava verið betri enn aðrir, men samanumtikið eru at kalla allir faldararnir ov langir. Vit tíma ikki at lesa so langar tekstir í dag, sigur Niels Uni Dam.