Fara at merkja grind og springarar í Sundalagnum

Ein lítil grind er í Sundalagnum, uttan fyri Hvalvík. Talan er um bæði grind og springarar.

 

Tey merkja grind í Sandagerði. Savnsmynd

Jens Jensen, sýslumaður, segði við útvarpið, at tey hava givið Havstovuni møguleika at merkja hvalirnar og springararnar, og tí verður grindin ikki dripin.

Roynt verður at halda bæði grind og springarum til á sandinum í Hvalvík, annaðhvørt saman ella í hvør sínum bólki. Síðani verða sendarar settir á nakrar grindahvalir og nakrar springarar, og síðan verða hvalirnir riknir útaftur.

 

Tey merkja grind í Sandagerði. Savnsmynd