Ídag byrjar arbeiðið at leggja vatnveiting eftir botni á Skálafjørði, ímillum Skála og Glyvrar.
Arbeiðið verður liðugt mikudagin, men til tá, verður neyðugt hjá bátum og skipum at vísa størsta varsemi, siga havnamyndugleikarnir á staðnum
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at leggja vatnleiðing av Skála, tvørtur um fjørðin, yvir á eystaru síðu.
Fyrireikingar eru gjørdur uppi á landi omanfyri Skála, og eystarumegin er farið undir at fyrireika vatnleiðindina av Langanesi á Glyvrum, niðan í brunnarnar ovarlaga í Saltangará.
- Ídag og næstu tveir dagarnar verður vatnleiðingin løgd yvir um fjørðin og økið, har leiðingin verður løgd, er væl merkt við boyum. Leiðingin verður annars sett saman á bryggjuni í Runavík og sleipað framvið eystara landinum inn á Glyvrar og haðani yvirum fjørðin.










