Fara at lýsa eftir nýggjum stjóra í næstum

Sitandi stjóri hevur sín síðsta arbeiðsdag tann 28. apríl

Í næstum fer Heilsumálaráðið at lýsa eftir nýggjum stjóra til Klaksvíkar Sjúkrahús. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur følt seg ótryggan um Klaksvíkar Sjúkrahús eftir at stjórin hevur sagt seg úr starvi og ti hevur hann spurt landsstýriskvinnuna hvussu landið liggur.

 

Herfyri staðfesti Sirið Stenberg í Løgtinginum, at søkt verður eftir nýggjum stjóra í næstum, og tað endurtekur hon nú. Hon sigur, at spurningurin er umrøddur og at tey nú eru í ferð við at fáa lýsingarnar út. Nýggi stjórin fær sama starvsheitið sum núverandi stjóri.

 

Hon sigur, at verandi stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur sín seinasta arbeiðsdag 28. apríl, men verður eingin nýggju stjóri settur áðrenn, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús ein varastjóra, sum kann taka yvir og seta nýggja stjóran inn í viðurskiftini.