Fara at kunna um støðuna

Í annaðkvøld fæst helst meira at vita um støðuna í TB/FCS/Royn.

Tað er ógreitt, um samstarvið um felagsliðið TB/FCS/Royn skal halda fram. Sum skilst, so er tað eitt nú stríðið um hvar heimavøllurin skal vera, sum hevur skilt partarnar.


Nú fæst tó skjótt meira at vita, tí í morgin verður kunnandi fundur í VB-húsinum í Vági.


- Kunnandi fundur um støðuna/framtíðina viðv. fótbólti í sunnaru helvt verður í VB-húsinum í morgin (týsdagin) kl.19.00, stendur skrivað á facebook-bólkinum hjá FC Suðuroy.


Les eisini: Glenn mælir til samstarv


Gera feløgini av at fara hvør til sítt aftur, so er tað TB, ið hevur spæliloyvi í Betrideildini, meðan FC Suðuroy helst má byrja í 2. deild, hagar 2. liðið hjá TB/FCS/Royn flutti niður í ár.