Fara at krevja hægri løn

Almenn starvsfólk hava fingið lønarhækking og tað vilja arbeiðsfólk eisini hava

- Tað sigur seg sjálvt, at eitt av krøvunum verður at lønin skal hækka.

 

Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Sáttmálin ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, gongur út 30. apríl á midnátt.

 

Tað er longu nú greitt, at arbeiðarafeløgini fara at siga sáttmálan upp, akkurát, sum vanligt hevur verið.

 

Og Hans Joensen sigur, at arbeiðarafeløgini eru so smátt farin at fyrireika seg til samráðingar.

 

- Tað liggur í kortunum, at øll tey fimm arbeiðarafeløgini fara at samráðast saman aftur hesuferð, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Í hesum sambandi hava arbeiðsmannagelagið og arbeiðskvinnufelagið í Havn, arbeiðsmannafelagið og arbeiðskvinnufelag í Klaksvík, og Føroya Arbeiðarafelag, tosað saman um samráðingarnar, og um hvørji krøvini til arbeiðsgevararnar skulu verða.

 

Men enn eru tey ongan veg komin yvirhøvur við at leggja krøvini til rættis, sum skulu leggjast fyri arbeiðsgevararnar, tá ið samráðingarnar byrja.

 

Men eitt er kortini púra greitt, og tað er, at eitt av krøvunum verður, at lønirnar skulu hækka, sigur Hans Joensen.

 

Hann staðfestir, at væl er oljan vorðin eitt sindur bíligari og rentan á bústaðarlánum er lækkað.

 

Men aðrir prísir eru farnir upp.

 

Samstundis hava feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fingið lønarhækking og tað skulu arbeiðarafeløgini eisini hava.

 

Men hann vil ikki siga, at lønarhækingin, sum arbeiðarafeløgini skulu hava, skal vera á sama stigi, sum lønarhækkingin, feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava verið.

 

- Allar samráðingar eru frælsar og óheftar av øðrum samráðingum, so tað kann væl vera, at okkara krøv til lønarhækking verður øðrvísi enn tað, hini feløgini hava fingið, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Hinvegin vil hann ikki siga nakað um, hvussu stórt lønarkravið so skal vera.

 

Tað einasta, hann vil siga, er, at talan verður um eitt veruleikakent lønarkrav.

 

- Nú fara vit at gera neyvari útrokningar fyri at koma fram til tað rætta lønarkravið, leggur han afturat.

 

Sáttmálin, sum nú gongur út, er ein tvey ára sáttmáli.

 

Hvussu verður við tí næsta sáttmálanum, er ómøguligt at siga, sigur Hans Mortensen. Tað veldst alt um, hvussu treytirnar í honum vera.

 

- Verri treytirnar verða, styttri verður sáttmálatíðarskeiðið, sigur Hans Mortensen.