Í næstu viku verður farið undir at koppseta tey gomlu, og heilsuveiku fyri koronu. Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Øll skulu koppsetast tvær ferðir fyri koronu og upprunaliga varð avgerð tikin um, at tá ið fólk høvdu fingið ta fyrru sproytina, var koppingarevnið lagt til viks til seinnu sproytuna, so at vissa fekst fyri, at fólk fingu eisini fingu hana.
Men nú er vissa trygd fingin fyri, at vit fáa koppingarevni og tískil verður koppingarevni ikki goymt til tað seinnu sproytuna. Og sostatt gongur tað eisini tvær ferðir so skjótt at koppseta fyri koronu, sum upprunaliga ætlað. Tískil verður farið undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næstu viku.
Tey fyrstu, sum vórðu koppsett, vóru heilsu- og røktarstarvsfólk, sum eru í størst smittuvanda og tankin við tí var, at eru tey vard, sum eru um gomul, sjúk og veik, er tað eisini ein verja hjá teimum. Men nú verður so eisini farið undir at koppseta tey í næstu viku.
Tey, sum farið verður undir at koppseta í næstu viku, eru búfólk á ellis- og røktarheimum og øðrum røktarbústaði.
Talan er eisini um fólk, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við koronu. Hetta kunnu vera fólk, ið hava aðrar álvarsligar sjúkur, ið verða viðgjørdar á sjúkrahúsi. Sjúklingarnir, sum verða koppsett, verða valdir í samráð við teir læknar, sum hava ábyrgdina av viðgerðini. Tað fer eisini at standa avvarðandi, sum hesir sjúklingar eru serliga bundnir at, í boði at verða koppsett.
Onnur, sum verða koppsett í hesum umfari, eru fólk yvir 85 og fólk yvir 65 og sum hava tørv á persónligari røkt.
Men so eru tað eisin ávís almenn starvsfólk, tað vil siga, starvsfólk, sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað og starvsfólk, sum hava eina serliga ábyrgd. Sambært koppsetingarætlanini, er talan talan um lærarar, pedagogar, politistar, umframt fólk, sum hava við flutning at gera, og eisini fólk í kriminalforsorgini, og onnur.