Sendingin Focus á Rás 2 setir í dag sjóneykuna á átrúnað, og millum annað fara fólk at kjakast um Bíbliuna og kristnu trúnna Rás 2 sendir frá kl. 15.05 í dag sendingina Focus, og har verður ljóskastarin í dag settur á átrúnað. Tosað verður við heimsspeking og søgufrøðing um átrúnað, og eitt panel, har fólk, sum eru persónliga trúgvandi fara at kjakast við fólk, sum eru kritisk mótvegis kristnu trúnni.
í tímanum millum kl. 16.00 og 17.00 kunnu fólk ringja til panelið og seta spurningar ella gera viðmerkingar.
Vertir í sendingini eru Annika Steintórsdóttir og Elin Heinesen.