Fara at kjakast um rokktónleik í kirkjuni

Biskupur setir hol á kjak um tign í kirkjurúminum

Eftir at ávíst kjak stakk seg upp um konsertina hjá Marius í Eiðis kirkju, hevur Jógvan Fríðriksson, biskupur, skrivað eina grein um tign fólkakirkjunnar á kirkjan.fo.

 

Tað hevur í nógv ár verið vanligt at hava kirkjukonsertir í Føroyum, og er tað kanska serliga kirkjutónleikur og klassiskur tónleikur, ið hevur verið at hoyra innan kirkjugátt. Seinastu tíðina hava tó aðrir tónar verið at hoyrt í kirkjuni. Fyri hálvum øðrum ári síðani hevði tungmálmsbólkurin Hamferð konsert í Havnar kirkju, og í seinastu viku hevði meiri poppkendi bólkurin Marius eina framførslu í Eiðis kirkju. Í hesum sambandi tóku fyrireikararnir eisini tað óvanliga stig at krevja inngangsgjald fyri konsertina.

 

Les eisini 100 krónur fyri at fara í kirkju 

 

Les eisini Marius riggaði væl í kirkjuni 

 

Biskupur segði tá, í samrøðu við Rás 2, at hann metti einki skeivt vera í hesum, hvørki at loyva popptónleikinum inn um kirkjugátt, ei heldur at biðja áhoyrararnar gjalda fyri tiltakið sjálvi, hóast tað var í eini kirkju. Biskupur segði eisini, at hann, eftir konsertina, fór at eftirmeta tiltakið saman við kirkjuráðnum og prestinum í Eiðis kirkju.

 

Les eisini Í lagi at selja atgongumerki 

 

Nú hevur biskupur so sett hol á eitt kjak hesum viðvíkjandi. Á kirkjan.fo hevur Jógvan Fríðriksson, biskupur, skrivað eina grein, ið hann kallar Tign innan kirkjugátt.

 

Í greinini nevnir biskupur hetta, at ikki-kirkjulig tiltøk leingi hava havt eitt pláss innan kirkjugátt, men at nú er tíðin búgvin, at taka eitt kjak hesum viðvíkjandi. Biskupur vísir á, at spurningar hava tikið seg upp, so sum “Nær fara vit ov langt, og hvagar gongur leiðin?” Onkur hevur sóknast eftir eini fráboðan frá biskupi, og tí hevur hann nú skrivað hetta skriv.

 

Biskupur vísir á, at í lógini um føroysku fólkakirkjuna er staðfest, at tað er kirkjuráðið í einstaku kirkjuni, ið avger, hvat gongur fyri seg í kirkjuni. Tó so, um kirkjuráðið ikki finnur semju, so skal biskupur taka endaliga avgerð.

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur, at innan kirkjugátt skal tignin valda og vísir á, at í lógini stendur at “Í kirkjuni skal spekt og sómi valda. Har skal einki vera ella fara fram, sum stríðir ímóti teirri tign, sum eyðkennir kirkjuna.” Biskupur fer tí nú undir at kunna kirkjuráð og almenningin um hesi viðurskifti, um lógina, reglugerð og skipan, í tí vón, at hetta fer at styrkja kirkjuráðini í teirra støðutakan til hesi viðurskifti. 

 

Trýst her fyri at lesa greinina hjá biskupi.