Fara at kjósa »ársins føroying 2019«

Sosialurin bjóðar aftur í ár øllum lesarum – øllum Føroya fólki, at velja ársins føroying 2019

 

– Tað verður fyrst og fremst upp til les­ar­ar­nar at gera av, hvør besta orsøkin er til, at júst hesin persónum skal fáa heiðurin sum árs­ins føroyingur 2019.
Sosialurin leggur dent á, at við­kom­andi, sum hevur uppiborið hetta heitið, hev­ur gjørt nakað gott fyri onnur menn­iskju, síni næstu, tað verið seg familju, vin­ir, grannar, starvsfelagar og fólk ann­ars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað gott fyri sítt nærumhvørvi, lok­al­sam­fel­ag­ið ella samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag ella fel­ags­skap, fyri eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað gott við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi á­virk­an á onnur.
– Veljið ein persón og grundgevið, hví við­kom­andi er tykkara val. Sendið upp­skot við telduposti til arsins(at)sosialurin.fo
Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina at velja ársins føroying millum mongu upp­skotini.

Í fjør var tað Øssur Berghamar, sum er kendur úr Kristnastovu í Keypmannahavn, sum fekk heiðurin sum ársins føroyingur.
Kristna­stova varð veruleiki í 1973. Fyri 11 ár­um síðani løgdu Øssur og konan Susan frá sær sum fyristøðufólk. Men tey vitja enn trúliga á sjúklingahotellinum og ein­stak­ling­ar. – Tað var andaliga kallið, sum var drív­megin, og soleiðis er tað framvegis, segði Øss­ur Berghamar við Sosialin, tá hann fekk heið­urin í fjør.
Avdúkingin av ársins føroyingi 2019 verður í nýggjársblaðnum hjá Sosialinum mánadagin 30. desember.
Sendið uppskot tykkara á telduposti til arsins(at)sosialurin.fo