Í næstum fer Heilsufrøðiliga Starvsstovan á rundferð til matstovur kring landið at kanna, hvussu tær borðreiða við skejlafiski av ymsum slagi.
Skeljafiskur kann hava eiturevni av algum í sær, og fáa fólk tað í seg, kunnu tey verða rættiliga sjúk og í ringasta føri kunnu fólk koma í lívsvanda.
Skeljar síðla føðina úr sjónum sum streymar ímillum skeljarnar, men í sama viðfangi kunnu eitrandi algur, og sjúkuelvandi bakteriur, hópa seg upp í skeljunum og verður borðreitt við slíkum skelkum, kunn fólk gerast rættiliga sjúk.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at matstovur, sum taka ímóti livandi skeljum, skulu tryggja sær, at tær eru frá einum góðkendum veitara.
– Livandi skeljar frá góðkendum veitara skulu verða merktar við skrásetingarnummari, dagfesting og skeljaslag, siga tey. Og tey leggja afturat, at tað er bannað at selja skeljar, sum ikki eru frá góðkendum veitara.
Fólk kunnu fáa leyst lív og fara at spýggja av eiturevni frá skeljum. Men eiturevni í skeljum kann eisini lamma vøddarnar og tá kunnu fólk koma í lívsvanda.