Fara at kanna trygdarbeltisnýtsluna hjá Bygdaleiðum

Í næstum fer politiið út at kanna, um ferðandi við Bygdaleiðum brúka trygdarbelti. Og gera tey ikki tað fáa tey bót eftir somu reglum, sum fólk í bilum.

Í 2009 kom áseting í ferðslulógina um, at fólk, sum ferðast við Bygdaleiðum skulu sita íbundin trygdarbelti, men ikki fyrr enn nú fer av tekniskum orsøkum at verða kannað, um kravið verður hildið.

Bussførarin hevur ábyrgdina av, at fólkini sita bundin. Hann hevur skyldu til at siga við ferðafólkini, at tey skulu binda seg, uttan so at áminningarskelti er í bussinum, ella tey ferðandi fáa boðini a video. So skjótt sum tann útgerðin er komin, fer ferðslupolitiið til verka, sigur Jan Fossaberg, leiðari fyri ferðslupolitiið.

Koma bólkar í ein buss hjá Bygdaleiðum, eitt nú ein flokkur av børnum, hevur leiðarin ábyrgdina.

Teir nýggju býarbussarnir í Havn hava trygdarbelti, men har er ikki skylda at sita íbundin. Bussførarin skal sita íbundin.

Jan Fossaberg heldur tað vera stak óheppið, at trygdarbelti ikki er kravt í býarbussunum, tí tað kann enda við álvarsligari vanlukku, um ein bussur rennur á ella fer út av vegnum.