Fara at kanna matsølur á stevnum

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer í summar at gera eftirlit við mati, sum verður seldur í hissini sølu.

Hissini søla er søla av matvørum í eitt avmarkað tíðarskeið, tað kann til dømis verða skúlaflokkar, ítróttarfeløg og onnur, sum selja vaflir, pylsur, kakur og anna ein seinnapart ella eitt vikuskifti. Hissini søla kann eisini fara fram á festivalum og stevnum.

Roknast kann við, at Heilsufrøðiliga starvsstovan fer á eftirlit á festivalum og stórum stevnum í summar.

Fyriskiparar av ymiskum tiltøkum eru vælkomnir at seta seg í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna fyri at fáa eftirlit við sølustøð, áðrenn teirra tiltak byrjar.

Fyri alla handfaring og sølu av matvørum er Matvørulógin galdandi og øll handfaring og søla skal til eina og hvørja tíð lúka krøvini í mavørulógini, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstova á heimasíðu síni.

(Savnsmynd)