Fara at kanna møguleikarnar fyri EBU-limaskap

Um Kringvarp Føroya fær EBU limaskap, kunnu Føroyar luttaka í stórfingnu sangkappingini, Eurovision

 

- Vit fara at kanna, um vit kunnu blíva limir í EBU á ein slíkan hátt, sum loyvir okkum at luttaka í Eurovision sangkappingini, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya. 

Luttøka í stóru Eurovision sangkappingini krevur nevniliga, at landið er limur í EBU, sum er ein breið evropeisk samgonga millum public service sjónvarps- og útvarpsstøðir. Tað er EBU, sum skipar fyri Eurovision kappingini, og av tí at Føroyar - ella Kringvarpið, sum er føroyska public service støðin - ikki er limur í EBU, kunnu Føroyar í núverandi løtu ikki luttaka í kappingini.

Fyri at vera limur í EBU eru tað ymsar treytir, har mann skal lúka public service skyldur. Ivan Niclasen hevur kannað í hvønn mun Kringvarpið uppfyllir tær treytirnar, sum EBU ásetur.

Tær sjónvarpsstøðir, sum lúka treytirnar, kunnu gerast limir í EBU, og Kringvarpið lúkar sambært stjóranum tær flestu treytirnar. Tað eru ymisk sløg av limaskapi.

Kringvarp Føroya sær fleiri fyrimunir í at vera limur í EBU, tí limaskapurin kann koma til góðar á fleiri frontum. Tí umframt at kunna vera við í Eurovision, so hevði Kringvarpið eisini fingið atgongd til eina rúgvu av tíðindum og øðrum tilfari, sum EBU veitir.