Fara at kanna, hvussu royndir skulu goymast

Sjúkrahúsleiðslan fer at kanna nærri hvar og hvussu royndir skulu goymast, soleiðis at vit ikki aftur koma í ta støðu, at vit hava lovað at goyma eina roynd, sum vit ikki finna, tá hon skal brúkast, sigur leiðslan á Landssjúkrahúsinum

Í samband við rættarmál herfyri, kom tað fram, at ein vevnaðarroynd var horvin á Landssjúkrahúsinum. Hetta kann rímiliga fáa fólk at spyrja, hvussu trygt hetta arbeiðið er skipað innan sjúkrahúsverkið. Tí skal verða greitt eitt sindur frá mannagongdini, sum verður brúkt, tá vevnaður verður sendur til kanningar á Landssjúkrahúsinum.

Ein lækni, sum ynskir at vevnaður frá einum sjúklingi verður kannaður nærri á patologisku deild t.d. fyri illkynjaða sjúku, útfyllir ein seðil, har navn, føðingardagur og bústaður hjá sjúklinginum stendur á. Upplýsingarnar á ávísingarseðlinum skulu svara til upplýsingarnar, sum verða skrivaðar á tað ílatið, sum inniheldur vevnaðin til kanningar. Á ávísingarseðlinum skal eisini verða greitt frá, hvat slag av tilfari er sent til deildina, hvørja sjúku illgruni er um um serlig ynski eru til ávísar kanningar.

Tá tilfarið og ávísingarseðilin eru komin á patologisku deild, verða hesi skrásett og fáa eitt serligt nummar, ið fylgir kanningartilfarinum, og tí sum skrivað verður um tað. Skrásett verður, nær hvør einkult roynd er komin á deildina. Somuleiðis verður skrásett, hvør ið hevur sent tilfarið og hvaðar svar skal sendast. Eisini verður kanningarúrslitið, sum patologiska rannsóknin kemur til, skrásett.

Vevnaðurin, ið verður brúktur til sjálva sjúkuavgerðina, er stoyptur inn í ein ella fleiri parafinblokkar og hesir verða goymdir við ásitandi nummari á hvørjum einkultum. Vanligt er, at goyma hesar í minst 20 ár, soleiðis at møguligt er at kanna av nýggjum, um ivi seinni verður um diagnosuna. Er tilfarið so rúgvusmikið, at ikki alt kann verða tikið við í kanningina, so verður bert ein partur skorin úr tilfarinum og brúktur til kanningina. Restin verður goymd í ein mánaða og síðani fyribeind við brenning.

Mogens Egholm, serlækni í patologi, sigur frá, at í øll tey 18 árini hann starvaðist sum yvirlækni á patologisku deild, er tað ikki komið fyri, at nøkur roynd er blivin burtur.

Tað tilfarið, sum bleiv burtur í hesum máli, var ikki ein vanlig vevnaðarroynd, sum varð send til kanningar á patologisku deild. Her var talan um, at ein yvirlækni í kvinnusjúkum játtar fyri at goyma vevnaðarroynd til møguligar rannsóknir seinni. Sjálvt um læknin ikki hevði skyldu at átaka sær at goyma hesa roynd, gjørdi hann tað og bað starvsfelaga sín, táverandi yvirlækna á patologisku deild, um at goyma tilfarið. Tað játtaði patologurin fyri.

Við tað, at hetta ikki var tilfar, sum var ætlað til kanningar har á deildini, men bert til at verða goymt, var vanliga mannagongdin, sum omanfyri er frásøgd, ikki fylgd og tað er helst grundin til, at onki er skrásett á patologisku deild.

Yvirlæknin í patologi, sum tók ímóti tilfarinum, er síðani farin úr starvi á Landssjúkrahúsinum og arbeiðir nú í øðrum Norðanlandi. Hann heldur seg minnast hvar á patologisku deild, hann legði royndina. Men síðani tá er patologiska deild flutt úr hølinum í ambulatoriibygninginum á Landssjúkrahúsinum til nýggj høli í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Leiting eftir royndini á nýggju patologisku deildini hevur verið til fánýtis.

Landssjúkrahúsið er komið til tað niðurstøðu, at tað er mest sannlíkt, at henda royndin hevur staðið saman við tí tilfari, sum tá ið tað hevur staðið í ein mánað, verður fyribreint og tí er hon av misgávum fyribeind.

Samanumtikið:

Tað er óvanligt at sjúkrahúsverkið verður biðið um at goyma tilfar, sum vit ikki sjálvi skulu kanna.

Tilfar, sum verður sent til kanningar á patologisku deild, verður handfarið eftir heilt greiðum reglum, sum hava verið álítandi.

Sjúkrahúsið hevur ikki fastar reglar fyri tilfar, sum vit verða biðin um at goyma til møguliga nýtslu seinni. Hetta kemur av, at tað er so sjáldan, at slíkar umbønir koma fyri.

Høvuðsorsøkin, at henda vevnaðarroyndin hvarv, er helst, at ongar fastar reglar eru fyri handfaringini og goymsluni av hesum slagi av royndum.

Sjúkrahúsleiðslan fer tí komandi at kanna nærri hvar og hvussu slíkar royndir skulu goymast, soleiðis at vit ikki aftur koma í ta støðu, at vit hava lovað at goyma eina roynd, sum vit ikki finna, tá hon skal brúkast.