Løgreglan fer nú at gera eina roynd at fáa greiði á, hví heldur kom í eini hús í Hoyvík í gjáramorgunin.
Tað var stutt fyri døgverða í gjár, at boðað varð frá, at eldur var í einum raðhúsum í Hoyvík.
Løgreglan sigur, at fýra fólk vóru inni, tá ið eldur kom í, men tey sluppu út í øllum góðum.
Tað var so nógvur eldur, at tað tók sína tíð at sløkkja, og løgreglan sigur, at húsini eru illa farin. Eisini grannahús hava fingið nakað av skaða av tí nógva hitanum.
Men nú verða húsini kannað fyri at vita um tað ber til at finna orsøkina til eldsbrunan.











