Fara at kanna happing í fólkaskúlanum

Nú er ætlanin at kanna, hvussu er við happing og trivnaði í fólkaskúlanum


Í ár er ætlanin at kanna, hvussu støðan er við happing føroyska fólkaskúlanum og, hvussu børnini trívast í skúlanum.

 

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, við skúlablaðið.

 

Hann sigur, at umsitingini í Mentamálaráðnum er farin at fyrireika kanningina og í næstum verður støða tikin til, hvør skal gera kanningina, og nær hon skal verða liðug.

 

Pengar eru til kanningina á játtanini til fólkaskúlan og endamálið er, at kanningin skal kunna samanberast við kanningina, sum var gjørd í 2007.

 

Tað var í fjør vár, at ljóskastarin aftur var settur á happing í fólkaskúlanum.

 

Tríggir næmingar í 8. flokki í Eysturskúlanum gjørdu eina verkætlan um happing og í kjalarvørrinum á tí, settu teir eisini ein bólk um happing á stovn á Facebook.

 

- Fólk í hópatali fingu her høvi at siga frá, hvussu tey hava verið happað í fólkaskúlanum.

 

- Beint fyri summarsteðgin handaðu somu næmingar landsstýrismanninum áheitan um at raðfesta trivnað í fólkaskúlanum og um at gera eina nýggja happingarkanning.

 

Bæði Lærarafelagið, Felagið Heim og skúli, Føroya Pedagogfelag, Barnabati, Akt-felagið, Serlærarafelagið, Ættleiðingarfelagið og Fosturforeldrafelagið skrivaðu undir áheitanina. 


 

- Spurningurin um happing eigur at verða tikin í størsta álvara, tí er hetta eitt øki vit eiga at raðfesta og loysa í felag, sigur Bjørn Kalsø við Skúlablaðið.