Fara at handa virðislønir í kvøld

Fýra virðislønir skulu handast fólki, sum hava skarað fram úr

Í kvøld fara tey í Tórshavnar Býráð at handa mentanarvirðislønir til fólk, sum hava skarað fram úr. Tað verður á hátíðarhaldi í Müllers Pakkhúsi, at virðislønirnar verða handaðir klokkan 17 í kvøld. Talan er um Virðirlønir M.A. Jacobsens, og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, sum skulu handast í kvøld og tilsamans eru tað fýra virðislønir, sum skulu latast.

 

Á hátíðarhaldinum fer Kórið, Silvitni, at syngja og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, fer at bjóða bjóðar fólki vælkomnum. Síðani fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at skipa fyri, at handa tær fýra virðislønirnar, sum eru:

 

M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir og har fer Silja Aldudóttir at lesa grundgevingina.

 

M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik og har er tað Malan Marnersdóttir, sum lesur grundgevingina.

 

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, og har er tað Rigmor Dam, sum lesur grundgevingina.

 

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs og har er tað Annfinn Brekkstein, sum lesur grundgevingina.

 

Hátíðar enda við, at Sanna Bæk Hoydal syngur og Jákup Tórgarð spælir klaver.