Fara at halda norðoyastevnu á internetinum í ár

Í ár verður ársins fyrsta summarstevna verður øðrvísi enn hon nakrantíð hevur verið áður, tí hesa ferð vilja tey helst ikki hava fólk í býin

Hetta vikuskiftið fara tey at halda Norðoyastevnu í Klaksvík. Hetta er samstundis ársins fyrsta summarstevna, men hesa ferð verður hon øðrvísi enn allar aðrar norðoyastevnur.

Í sambandi við korona-kreppuna, verður mælt til at ov nógv fólk savnast í bólki, og samstundis verður mælt til at vit halda okkum minst ein tveir metrar tá ið vit eru í støðum, har smittuvandin er stórur. Og serliga verður ávarað ímóti at skeinkistøð og matstovur hava opið seint á kvøldið.

Tískil verður endamálið við Norðoyastevnuni, at fólk skulu ikki trunka seg saman í býnum, men heldur skulu tey halda seg heima við hús, ella kanska í grannaløgunum, har tey búgva.

Tað merkir, at tað verður eingin dansur, ongar konsertir við áhoyrarum og einki tivoli, ella nakað, sum savnar nógv fólk.

Haraftur ímóti verður ein stórur partur av norðoyastevnuni verður hildin ígjøgnum internetið, har alskyns tiltøk verða stroymd.

Fríða Næs, sum er samskiftisfólk hjá Klaksvíkar kommunu, sigur, at afturfyri hava nógv fólk gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at hava eina rættiliga fjølbroytta skrá.

Tað stóra tiltakið, sum verður stroymt, verður leygarkvøldið, tá ið Norðoyastevnan verður sett. Tað verður Solby Christiansdóttir, journalistur, sum fer at halda røðu og seinni um kvøldið verður midnáttarrøðan eisini stroymd, har Símun Absalonsen fer at halda røðu.

Men har ímillum verður nógv ymiskt á skránni, at tey fara at práta við ymisk fólk, livandi tónleikur verður og Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur gjørt eina serliga skemtisending.

Tey hava eisini ymisk hugnalig innsløg ymsastaðni úr Klaksvík og alt endar við felagssangi, har Hallur Joensen skipar fyri, og hann hevur eitt heilt orkestur við sær.

Men annars hava tey skipa so fyri, at tey hava fingið sær ein tónleikavogn, har Danny og Ingi fara at koyra runt í Klaksvík at halda seks konsertir ymsastaðni í býnum, har teir fara at  spæla og syngja kend løg.

– Endamálið við hesum er at fáa tónleikin út til fólk, heldur enn at fáa fólk í miðbýin at til tónleikin, sigur Fríða Samuelsen.

Norðoyastevnan endar við einum størri fýrverki á Sandinum á miðnátt leygarkvøldið.

Kappróðurin hevur eitt serligt pláss á stevnunum, men hann verður heldur ikki sum vant. Ætlanin er nevniliga ikki, at fólk skulu trunkast saman á sjálvum kappróðrarøkinum. Hinvegin er ætlanin at fólk skulu njóta kappróðurin longur burtur frá, og tað eru góðir møguleikar til tað rundan um vágna.

Bátarnir, sum vinna, fara so at fáa heiðursmerki beint eftir hvønn róður, og tað verður við dráttin, har bátarnir verða drignir.

Men Fríða Næs sigur, at fleiri tiltøk verða eisini, sum minna meiri um eina vanliga stevnu, tí skipað verður eisini fyri gonguferðum, gudstænastu, og øðrum.

– Hetta er ein roynd at skapa ein stevnu-stemning, hóast støðan er, sum hon er, og har vit halda tey tilmlæli vit hava fingið frá myndugleikunum, sigur Fríða Næs.

Hetta verður eisini ein aðalroynd hjá øllum øðrum stevnum, sum verða í summar, har tey, sum skipa fyri hinum stevnunum, kunnu fáa sær íblástur.