– Vit hava gjørt ein ferðavinnupolitikk, og Saksun er fremst á listanum, tí har er tørvurin eina størst. Seinni í ár verða parkeringspláss og almenn vesi gjørd, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Alt hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við festarar, Visit Faroe Islands, Búnaðarstovuna og Landsverk. Kommunan hevur eisini havt borgarafund í smáu bygdunum fyri at greiða frá ætlanini og hoyra meiningina hjá borgarunum.
– Vit hava fingið fleiri viðmerkingar frá festara og bygdafólkinum í Saksun, at til tíðir, tá ið nógv ferðafólk eru í Saksun, so verður parkera á vegnum og allastaðni, at trupult er hjá bygdafólkinum at sleppa framvið við bilum, sigur Heðin Zachariasen.
Hann vísir á, at tað er ikki Sunda kommuna, sum fær øll ferðafólkini at koma til Føroyar. Teirra uppgáva er hinvegin at hava góðar umstøður til tey ferðandi.
– Vit ynskja, at hava góðar umstøður hjá teimum, ið búgva í smábygdunum í kommununi. Vit ynskja eisini teimum ferðandi vælkomnum, og at tey skulu hava havt eitt gott upplivilsi, tá ið tey fara avstað aftur, sigur Heðin Zachariasen.
Sunda kommuna fær nógv ferðafólk á vitjan. Tað eru serliga tær tríggjar bygdirnar Saksun, Gjógv og Tjørnuvík, ið verða nógv vitjaðar. Kommunan hevur seinnu árini bøtt nakað um viðurskiftini við Gjógv, og nú eru tað umstøðurnar í Saksun, ið skulu betrast, seinni verða tað umstøðurnar í Tjørnuvík.
Borgarstjórin leggur dent á, at allar ætlanir eru gjørdar í samstarvi og avtalu við festarar og almennar myndugleikar.
– Vit hava áður gjørt nøkur fá parkeringspláss í Saksun, men tað er ikki nóg mikið. Nú hava vit undirskrivað avtalu, sum inniber, at vit keypa lendi frá festarum, og tað verður so gjørt til parkeringspláss og vesi. Í fyrsta umfari vera umleið 50 parkeringspláss og almenn vesi gjørd. Pláss skal eisini gerast til bussar. Skelti skulu eisini setast upp. Vit mugu síggja um hetta nøktar tørvin. Um ikki, so hava vit møguleika at gera fleiri parkeringspláss í framtíðini, sigur Heðin Zachariasen.
Brim arkitektar er farið í gongd við at gera tekningar. Tá ið tað er komið upp á pláss, verður tað lagt fyri býráðið.
Væntandi fer tað at kosta kommununi umleið 1,2 milliónir krónur. 600.000 krónur eru settar av á fíggjarætlanini hjá kommununi, meðan aðrar 600.000 krónur væntar kommunan at fáa aftur frá Visit Faroe Islands sum stuðul.