Fara at gera sambýli í Gøtu

Bygdaráðið í Gøtu er farið at fyrireika arbeiðið at gera sambýli til eldri

Eldrapolitikkur

Nú er eisini ætlanin at gera sambýli í Gøtu
Gøtu Kommuna er farið at fyrireika arbeiðið og ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast, sigur Haldóra Ranghamar, borgarstjóri.
Fyrsta stigið í ætlanini er at broyta býarætlanina, so at stykkið, sum ætlanin er at byggja sambýli á, kann brúkast til almenna bygging. Talan er um eitt stykki burturav einum festi, tað liggur suður úr teirri nýggju útstykkingini.
Haldóra Ranghamar sigur, at tað tekur sína tíð at broyta eina býarætlan, men hon vónar, at tað fer at eydnast at fáa sambýlið projekterað og at tað somuleiðis eydnast at fáa stykkið til sambýli grivið út og planerað í ár.
Hon sigur, at tað er ikki tikið støðu til, hvussu nógvum fólki, pláss skal vera fyri í sambýlinum, men hon væntar at tað verða eini 10 fólk. Men verður tað bygt, har ætlanin er, verða møguleikar at byggja út, so hvørt.
Borgarstjórin sigur, at ætlanin er at byggja eitt hús við kjallara undir. Partvís er lendið soleiðis háttað, at tað hóskar best at hava kjallara undir, men tað eru tey ikki so hørm um, tú tey halda, at tað fer at geva teimum størri nyttu burturúr húsinum.
?Kjallarin kann brúkast til onkur endamál til frama fyri tey gomlu, so at tey fáa enn størri gleði av húsinum.
Eitt nú hava vit eitt tilhald, sum heldur til í leigaðum hølum við Gøtugjógv og tað er ikki óhugsandi, at tað flytir í nýggja sambýli.
Haldóra Ranghamar ivast ikki í, at stórur tørvur er á einum sambýli í Gøtu, men nakra beinleiðis kanning hava tey ikki gjørd.