Bæði í Danmark og í Føroyum stendur á at fáa nóg mikið av helivági til at viðgera fólkini, sum hava fingi staðfest lvshættisligu sjúkuna CDT.
Men nú er apoteksverkið í Føroyum komið væl á leið at fáa loyst tann trupulleikan.
- Vit hava arbeitt nógv við hesum, og tað hevur eydnast okkum at koma í samband við eina verksmiðju í Sveis. Haðani hava vit bilagt stóra nøgd av ráevnunum, tí vit fyrireika okkum til, at eftirspurningurin fer at økjast.
Higartil hevu føroyska aoteksverkið keypt ráevnini og heilivág úr Danmark, og kostnaðurin hevur verið ovurhonds høgur. Hetta kemur av, at evnini í Danmark ikki eru skrásett sum heilivágur.
Bíligari
- Vit hava heimild til at skráseta heilivágin sum heilivág, og tí kunnu vit framleiða hann fyri ein heilt annan kostnað, sigur Heri Mørkøre, sum ásannar, at sjúkan higartil hevur verið undirmett.
Eftirspurningurin eftir heilivágnum er ikki vaksin seinastu tiðina, men verður tað til, at øll skulu skannast, verður tørvur á nógvum heilivági, og tí hevur apoteksverkið bílagt ríkiligt av rávøru úr Sveis. Tilbúgvingin er harvið til tað.
Summi við sjúkuni CDT fáa flótandi heilivág, onnur fáa tablettir.
Bíða eftir barnalæknanum
Hvussu framleiðslan verður í Føroyum hereftir, kann Heri Mørkøre enn einki siga um, tí fyrst av øllum skal hann hava fund og tosa nærri við barnalæknan Ulrike Steuerwald, sum hevur gingið á odda í arbeiðinum við at hjálpa teimum, sum hava hesa sjúkuna. Hon kemur til Føroya í morgin. Tey far at tosa um, hvussu heilivágurin kann passast til, so hann verður o hehagiligur sum gkørligt fyri sjúklingin at taka.
Heri Mørkøre sigur, at tað er ikki so lætt at fáa hendur á rávøruni, og tað kemur av, at tá ið evnið skal brúkast til frmleiðslu av heilivági, eru krøvini til góðskuna strangari. Men tað hevur so eydnast føroyska apoteksverkinum at finna ein framleiðara.