Fara at gera lyft í Heilsumiðstøðini

Tað skal vera lættari hjá rørslutarnaðum at sleppa til tannlækna í Vági

Nú skal lyft gerast í Heilsumiðstøðina í Vági.

Tað er ein íløga, sum Vágs Býráð nú hevur samtykt at byrja uppá næsta ár.

Í fíggjarætlanini fyri komandi ár, sum varð samtykt á býráðsfundi týskvøldið, stendur, at 40.000 krónur skulu setast av til eina lyft í Heilsumiðstøðini.

Heilsumiðstøðin er í tveimum hæddum, har kommunulæknin er í neðra og tannlæknin í erva. Og í løtuni eru bara trappur upp á loft, og tað ger tað ómetaliga tvørligt hjá rørslutarnaðum at sleppa til tannlækna