Fara at gera havn í Vági fyri 37 milliónir

?Landskassin skal betala helvtina av útbyggingini í sambandi við at nýggja suðuroyarskipið verður bygt, tí Løgtingið hevur samtykt, at tað eisini skal sigla á Vág

Havnarútbygging

Nú tykist loksins, sum um gongd fer at koma á havnarútbyggingina í Vági, sum bíðað hevur verið eftir í langa tíð nú.
Tað er tørvur á at byggja havnina í Vági út, bæði fyri vinnulívið í býnum, men eisini fyri at nýggja suðuroyarskipið skal kunna leggja at har.
Arbeitt verður við eini útbyggingarætlan sum er mett at kosta 37 milliónir krónur.
?Av teirri upphæddini er parturin, sum skal byggjast út í sambandi við nýggja suðuroyarskipið, mettur at verða helvtin, ella 18,5 milliónir, sigur Bjarni Djurholm, landstýrismaður í vinnumálum.
Hann sigur, at málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi og har gav landsstýrið honum heimild brúka í mesta lagi 18,5 milliónir til havnargerð í Vági.
Kostar havnarútbyggingin minni, verður landskassans partur eisini minni, tí landið kemur undir ongum umstøðum at betala meiri enn helvtina, sigur Landsstýrismaðurin í Vinnumálum.
Hann sigur, at ongin peningur er settur av til endamálið, men at hann fer at biðja Løgtingið um eina eykajáttan, til arbeiðið.
Ætlanin er at fíggja arbeiðið yvir tvey ár, so at helvtin av upphæddini verður játtað í ár og hin helvtin næsta ár, einar átta, níggju milliónir um árið.
Hann sigur, at sostatt hevur landsstýrið samtykt at fylgja tilmælinum, hann legði fyri landsstýrið um málið.
Hann sigur, at Vágur verður ongantíð høvuðs samferðsluhavnin í Suðuroy, tí tað verður Trongisvágur.
Men Løgtingið hevur samtykt, og sostatt kravt, at Smyril skal sigla á Vág.
? Tað má landsstýrismaðurin taka til eftirtektar og tað hevur hann gjørt, sigur Bjarni Djurholm.
Men nýggja suðuroyarskipið, sum ætlanin er at byggja, fær ikki lagt at í Vági, tí havnin er ov lítil og tí er ongin vegur uttanum.
Hann sigur, at tá ið Løgtingið hevur álagt Smyrli art sigla til Vágs eisini, ivast hann heldur ikki í, at tað fer at játta peningin til endamálið.
Tað er ikki bara í sambandi við Smyril, at tað er neyðugt at byggja havnina í Vági út, tí eisini vinnulívið har hevur trákkast eftir eini betri havn.
Vinnulívið er nógv ment seinastu árini, bæði við frystigoymslu og laksavirkið og havnin er bæði ov trong og ov grunn til at skipini, sum alsamt verða størri og størri, fáa lagt at ekkaleyst. Tað ger tað sera trupult og órationelt at arbeiða og tí er neyðugt at byggja havnina út, men tann partin, sum hevur við vinnulívið at gera, fíggjar Vágs Kommuna sjálv.

Í summar
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, fegnast um, at tað nú er eru útlit fyri, at farast kann undir at byggja havnina út.
Hann vónar, at arbeiðið kann byrjað beint eftir summarfrítíðina.
Arbeiðið skal nú projekterast og bjóðast út og tað tekur sína tíð.
Borgarstjórin sigur, at rættiliga nógv skal fyllast út á fjørðin, nakað væl út um frystigoymsluna og Laksavirkið og so skal atløgubryggja gerast uttaná, eins og ferjulega skal gerast til nýggja suðuroyarskipið. Nýggja havnin verður 10 metrar djúp.