Fara at gera eina nøgdsemiskanning

- Vit fara at gera eina nøgdsemiskanning millum ymisku bólkarnar, sum vit hava við at gera. Hetta hevur einki við ”søgurnar” at gera, sum ganga, men vit vilja hava fakta á borðið, sigur Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri á Skipaeftirlitinum

Skipaeftirlit

 

Stjóri á Skipaeftirlitinum seinastu árini hevur verið Óli Hans Hammer Olsen og maðurin, sum er komin í hansara stað, er Vilhjálmur Gregoriussen.

Viljálmur er útbúgvin skipsførari og hevur harafturat tikið útbúgving sum siviløkonomur og teldufrøðingur. Hann hevur í mong ár arbeitt innan sjóvinnuøkið og hevur eisini starvast hjá danska Søfartsstyrelsen.

Í desember 2004 høvdu vit grein í Sosialinum um, at tað ikki longur er ókeyis hjá skipa-og bátaeigarum at fáa trygdarútgerðina kannaða. Hetta gjald er komið, síðan Skipaeftirlitið varð yvirtikið á føroyskar hendur. Orsøkin er, at tað nú er klassin, sum ger hetta arbeiði fyri Skipaefirlitið.

Í greinini varð víst á, at tað kann kosta upp í einar 10.000 krónur at fáa trygdarútgerðina umborð á einum línuskipi kannaða.

At hetta er rætt, váttaði táverandi stjórin á Skipaeftirlitinum, Óli Hams Hammer Olsen.

Tá ið trygdarútgerð umborð á føroyskum skipum verður kannað í dag, er tað klassin, sum ger hetta arbeiði, og fyri henda ómakin fær reiðaríið eina rokning, sum kann liggja millum 5.000 og 10.000 krónur.

Eftirlitið verður gjørt sambært løgtingslóg um trygd á sjónum, sum er frá 2001.

 

Nøgsemiskanning

Stjórin á Skipaeftirlitinum Vilhjálmur Gregoriussen sigur, at stovnurin nú fer undir at gera eina nøgdsemiskanning, men henda kanning hevur einki við møguligar søgur um eftirlit at gera.

- Hetta er ein kanning, sum vil gjarna vilja gera fyri at fáa fakta á borðið og fyri at fáa at vita, um ymisku bólkarnir eru nøgdir við eftirlitið.

Stjórin dugir ikki at siga, um tað kann hava sína ávirkan á virðingina fyri trygdini, at Skipaeftirlitið í størri mun hevur aðrar at gera hetta arbeiði fyri seg.

- Tað hoyrist so mangt, men vit kunnu ikki taka hesi “ryktir” í álvara, fyrr enn vit hava fakta á borðinum, sigur Vilhjálmur Gregoriussen, sum gjarna vil hava at hoyra, hvat ymisku bólkarnir halda um eftirlitið og ta tænastu, sum stovnurin veitir.

Stjórin sigur, at fundir verða við ymiskar viðskiftabólkar í næstum.