Fara at gera brúnnar ístand

Fleiri av teimum gomlu bátabrúnum á Tvøroyri eru illa farnar, men nú er ætlanin at gera tær ístand

Varðveitsla

Tvøroyri: Tvøroyrar Kommuna ætlar nú at taka eitt tak fyri at varðveita tær gomlu træbrúnnar í sóknini.
Fleiri av hesum bátabrúnum av træi eru framvið fjørðinum, nógvar av teimum eru rættiliga illa farnar.
Hesar træbrúnnar vóru ein miðdepil í virkseminum á plássinum og tí hava tær eisini siðsøguligan týdning, men nú eru ogvar av teimum í so ringum standi av roti, at tær eru avbyrgdar fyri at fólk ikki skulu brúka tær, tí tað er hættisligt.
Á býráðsfundi í farnu viku samtykti býráðið at fara unir arbeiðið at varðveita hesar brúnnar.
Í fyrstu syftu verður hugsað um Hvítanesbrúnna undir bygninginum, har Poul Hansen helt til.
Í øðrum lagi verður hugsað um at gera skúlabrúnna ístand, tað er brúgvin undir gamla skúla í Trongisvági.
Kommunan hevur fingið pelar frá SEV, sum ætlanin er at brúk at styrkja og lyfta endan á Hvítanesbrúnni upp.
Skúlabrúnna hava fólk í grannalagnum boðið sær til at gera aftur ókeypis, útvegar kommunan teimum tilfarið.