Seinastu nógvu árini hevur meginparturin av bústaðarbyggingini í Sunda kommunu verið við Norðskála, Streymnesi og í Hósvík, og her eru gjøgnum árini fleiri nýggj sethús komin.
Tað eru nógv ár síðan, at nøkur útstykking til bústaðarbygging var á Oyrarbakka, men nú verður so aftur arbeitt við einari nýggjari útstykking á Oyrarbakka.
Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at útstykkingin, sum skal gerast nakrar hundrað metrar sunnanfyri Eydnuna, skjótt verður boðin útaftur.
- Alt við lendinum og býarplaninum er komið upp á pláss, og her verða 11 grundstykkir hvørjumegin vegin suðureftir – ella 22 grundstykkir tilsamans.
Hann vísir á, at her standa nøkur eldri sethús niðanfyri vegin, men annars er einki bygt um hesar leiðir.
- Tað vóru nakrir borgarar við lokalum tilknýti, sum spurdu, um kommunan hevði ætlanir at stykkja út. Tá vit fóru í holt við hetta arbeiðið, var ein ítøkiligur bíðilisti á stívliga 20 fólk, sum kundu hugsað sær at bygt her.
Jógvan Kruse sigur, at verkætlanin á Oyrarbakka verður boðin út í næstum, og ætlanin er, at grundstykkini, sum fara at liggja um 500 fermetrar hvørt, onkur beint yvir og onkur beint undir, verða grovplanerað, og her verða sjálvsagt vegir og allar íbindingar til stykkini.
- Soleiðis, sum vit hava skilt, er framvegis áhugi fyri hesi útstykking, og eg vænti og vóni, at tað fer at ganga væl at selja grundstykkini, sigur hann.
Í Sunda kommunu ætla tey, at ein verkætlan um eitt størri vinnuøki sunnanfyri matvøruvirkið Krás á havnalagnum í Hósvík skal bjóðast út saman við útstykkingini á Oyrarbakka.
- Í Hósvík skal nakað spreingjast, og vit vænta, at her verður so nógv avlopsgrót, at hetta verður nóg mikið til ífylling á Oyrarbakka, umframt til aðrar komandi útstykkingar í kommununi, sigur Jógvan Kruse.
Hildið verður, at hetta er ein skilagóð loysn, tú alternativið til at fáa grót úr Hósvík, er at keypa grót frá Landsverki í Hundsarabotni.