Gonguferð og heilsurenning
Leygardagin verður skipað fyri tveimum stórum tiltøkum í Suðuroy.
Í fyrra lagi verður skipað fyri gonguferð eftir teimum gomlu fjallagøtunum úr Øravík til Vágs.
Men tey heilt villu, sum hava hug at renna hendan sama túrin eftir fjøllunum, eru vælkomin til tað úrin.
Tí samstundis sum tað verður skipað fyri heilsurenning í Havn, skipar ferðavinnan eisini fyri heilsurenning í Suðuroy.
Og heilsurenningin í Suðuroy fer kanska at seta síni heilt serlig krøv til rennararnar, tí ætlanin er nevniliga at renna eftir teimum gomlu fjallagøtunum úr Øravík til Vágs.
Men tey, sum ikki orka at renna allan vegin, kunnu sjálvsagt ganga inn ímillum.
Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Vági kl. 10.00 og av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.30 til Øravíkar.
Gingið, ella runnið, verður inn til hagaportrið omanfyri Øravík og framvið
Tinggilinum Upp millum Stovur har suðuroyingar í gomlum døgum hildu ting.
Landslagið er sermerkt við gilum og hvøssum ryggum. Her er eisini Tingborðið og helst fer onkur at fortelja søgnina um Snæbjørn sum dømdu at arbeiða í bólti og jarn á Bremerholm.
Farið verður um Mannaskarð og ein góðveðursdag er framúr gott útsýni yvir Dalin og Hovsvøtnini. Vit fara síðani eystanfyri Laganfellið og oman til vøtnini. Millum vøtnini gongur gøtan eftir Vatnarryggi. Umframt at her er nógvur heiðafuglur, so skuldi verðið nógv huldufólk her.
Eystanfyri gøtuna á Vatnaryggi er Ærgidalur. Her er funnin partur av einum ærgi úr víkingaøldini. Tá ið vit koma um Vágsskarð, gongur gøtan so líðani omaneftir, til tú kemur til Hvannadal. Varðarnir ganga oman til Hvanndalsá. Farið verður oman til Vágs vestanfyri viðarlundina.
Eftirsum hetta er seinasti gongutúrurin í ár, verður farið oman á Hotel Bakkan eftir túrin og har fæst ein drekkamunnur og okkurt afturvið til keyps.
Síðani koyrir bussur aftur á Tvøroyri
Tað kostar 100 krónur fyri vaksin at vera við og tá er bussurin við. Men hjábørnum er tað ókeypis.
Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.