Fara at fylgja væl við

Jóannes Eidesgaard er vónbrotin av, at Strandferðslan ikki fekk ta eykajáttan hon bað sum, so at hon kundi tryggjað suðuroyingum álítandi ferðasamband í vetur

Suðuroyarsiglingin

? Tað er eitt vónbrot, at Landsstýrið ikki vildi játta Strandferðsluni tað eykajáttan, hon bað um, so at hon kundi tryggja suðuroyingum eitt álítandi ferðasamband í vetur-les eisini aðra grein her á síðuni.
Hann sigur, siglingin hevur verið óreglulig í fleiri vikur í vár og verður hon heldur ikki álítandi í vetur, verður tað ótolandi, bæði fyri vinnulív og ferðafólk.
Hann sigur, at hetta er ein harmilig støða og at javnðarflokkurin fer at fylgja sera gjølliga við gongdini.
Hann er staddur uttanlands í løtuni hevur tí ikki sett seg inn í málið til fulnar.
Men hann átalar at ferðasambandið til og úr Suðuroynni verður gjørt til ein spurning um pening.
? Tað er ein tænasta til ein týðandi part í samfelagnum og so mugu vit góðtaka, at tað kostar, tað tað kostar at hava hetta sambandið álítandi og trygt, sigur hann.
Hann veit ikki, hvat javnaðarflokkurin fer at gera við málið, men hann ásannar, at møguleikarnir eru smáir tí andstøðan hevur lítlan og ongan møguleika at fáa mál í gjøgnum í tinginum.
Hann hevur eisini lagt til merkis, at stjórin á Stransferðsluni hevur sagt, at støðan, sum er íkomin, er m.a. ein avleiðing av vánaligari politiskari leiðslu í áttati árunum og upp í nítiárunum.
?Tað tykist sum um móti er komin í at geva áttatiárunum skyldini fyri alt, sum ikki gongur eftir vild. Sjálvandi átti meiri peningur at verið settur av tí at skifta strandfaraskip út fyri. Men tað reingir ikki tann veruleika, at orsøkin til trupulleikarnar, vit hava staðið í seinastu árini, er at Sjálvstýrisflokkurin seldi Teistan fyri nøkrum árum síðani við dyggum stuðli frá sambands- og fólkaflokkinum.
?Tá misti Strandferðslan avloysaraskipið, sum kundi givið suðuroyingum eitt álítandi ferðasamband, tá ið Smyril ikki er tøkur.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann hevur frætt, at Landið fekk 12 milliónir fyri Teistan. Men hann heldur, at hetta hevur kosta samfelagnum mangt slíkt, at hann varð seldur, bæði í mistari inntøku til Strandferðsluna tí ongin hevur siglt við teimum vánaligu avloysaraskipunum, sum hava verið, men eisini hevur tað kosta vinnulívínum nógv, at sambandi ofta hevur verið so tvørligt og fyri ikki um at tala alt tað, sum er goldið fyri avloysaraskip í heilum hesi árini.